»Myndaódnin 09« er heitið á framsýning, sum letur upp í dag á Steinprent og sum umboðar nakað av tí besta, ið er gjørt á Verkstaðnum seinasta árið. Framsýningin fevnir um myndir, ið tulka náttúru, tilveru, poesi, ljós, myrkur, kyn, samfelag, myndlist á abstraktan, figurativan, ekspressivan, surrealan og á annan hátt. Her eru stuttligar og syrgiligar myndir; vakrar og ljótar myndir, ófrættakendar, løgnar myndir og nýskapandi myndir í myndum.
Í skrivi frá Steinprent verður sagt, at Myndaódnin í Steinprenti sostatt ikki er av tí oyðileggjandi slagnum, men tvørturímóti ein uppbyggiligur og fjølbroyttur meldur av myndum hjá teimum bestu av føroysku listafólkunum.
Millum framsýnararnar eru til dømis Zacharias Heinesen, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Marius Olsen og aðrir limir í Heystframsýningini.
Eisini eru nøkur donsk listafólk við, t.d. Kathrine Ærtebjerg, Lise Blomberg Andersen og Claus Carstensen, ið øll eru væl umboðað á framsýningini av samtíðarlist í Statens Museum for Kunst
Sum heitið á framsýningini bendir á, er ætlanin at hava eina tílíka jólaframsýning á hvørjum ári í nýggju, góðu hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð, har Myndaódnin breiðir seg um bæði framsýningarhølið og sjálvan verkstaðin í erva við eini ørgrynnu av myndum.
Myndaódnin 09 letur upp í Steinprenti á Skálatrøð 16 leygardagin 28.november klokkan 16-18. Øll eru vælkomin.
Framsýningin er opin til 16.januar 2010