Ein handilskona í Iran er dømd tvey ára fongsul, eftir at hon almannakunngjørdi eina mynd, har hon ikki hevur turriklæði.
Tann dømda kvinna, Zeinab Khenyab Pour, var áður í øðrum málið dømd tríggjar mánaðir fongsul fyri »propaganda ímóti statinum«.
Fólk hava lagt til merkis dømdu kvinnuna úr landssynninspartinum av Iran í sambandi við landsumfatandi mótmæli, har myndugleikarnir lótu handil hennara aftur.
Í september í 2022 førdi deyðin hjá ungu kurdisku kvinnuni, Masha Amini, í varðhaldi hjá løgregluni til landsumfatandi ófrið. Tað vóru júst kvinnur, sum fór á gøturnar at mótmæla ímóti islamsku skipanini og júst moralløgregluni.
Mahsa Amini varð handtikin og doyði í varðhaldi hjá løgregluni, eftir at ein lokkur av hári hennara hevði verið sjónligur á gøtuni.
Ófriðurin, sum stóðst av hesum, skakaði stóran part av Iran, til hann ógvusliga varð steðgaður av stýrinum.
Iransk løgregla legði hald á mannarættinda virðislønina, sum Mahsa Amini fekk frá ES tinginum. Saklharovvirðislønina.
Tað sigur mannarættindabólkurin Hengaw, sum hevur skrivstovu í Noreg.
Advokaturin hjá Amini, Mohammed Saleh-Nikbakht, tók í síðsta mánaði ímóti virðislønini vegna Amini og mótmælisrørsluna, sum deyði hennara førdi til.
Iranskir myndugleikar høvdu givið familjuni hja´Amini forboð at ferðast til Frankaríkis at taka ímóti ársins Sakharov-virðisløninin.
Saleh-Nikbakht ætlaði at geva familjuni hjá Amini virðislønina, men varð steðgaður, tá hann kom á flogvøllin í Teheran.
/ritzau/AFP