Ein dystur verður leiktur í SMS-deildini í dag, tá ið VB og Neistin spæla klokkan 15.00.
Dysturin hevur verið merktur av broyttu ferðaætlanini hjá Smyrli, sum hevur forðað dómarunum, sum skuldu vera Daniel Rapa og Jákup Sverri Kass, at náa suður til dystarbyrjan.
Neistaliðið var kortini komið til Vágs frammanundanm og ístaðin fyri at útseta dystin til í kvøld, prátaðu liðini saman um eina loysn.
Uppskotið var, at lata lokalt fólk døma dystin, og hesum játtaði bæði kappingarnevndin og dómaranevndin í Hondbóltssambandi Føroya.
Tí verður tað VB-ímyndin, Gurið Krosslá Augustinussen (fyrr Mortensen), sum dømir dystin saman við pápa sínum og formanni í VB, Boga Mortensen.
Dysturin byrjar sum ætlað klokkan 15.00.
Støðan í SMS-deildini áðrenn dystin:










