Amerikanskir fjølmiðlar hava almannakunngjørt eina mynd av Barrack Obama við turban á høvdinum Myndin av Barrack Obama við turban á høvdinum er tikin í Kenya, tá hann var har og vitjaði skyldfólk síni fyri tveimum árum síðani.
Pápi Barrack Obama var úr Kenya.
Myndin av senatorinum við turban á høvdinum hevur vakt ans, og amerikonsku bløðini gloyma heldur ikki at minna lesararnar á, at Barrack Obama eitur Hussein til millumnavn.