Í gjár kom hetta skipið á Havnina við vindmyllunum hjá SEV, sum skulu setast upp í Húsahaga.
Myllurnar hjá elfelagnum, SEV, sum skulu setast upp í Húsahaga, komu til landið í gjár.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at myllurnar eru komnar í land og liggja á keiini.
- Farið verður undir flutningin av vindmyllunum í komandi viku, og so verða tær settar upp so hvørt, sigur Hákun Djurhuus.
Talan er um 13 vindmyllur, og tær skulu sum nevnt setast upp í Húsahaga.
- Fundamentini eru liðugt stoypt, so tað er klárt at fara undir at seta vindmyllurnar upp longu í komandi viku, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.