Myllan melur um fáar dagar

– Vit forbinda tað síðsta í hesi vikuni, so fer at verða klárt at framleiða heitt vatn

– Vit forbinda tað síðsta í hesi vikuni, so fer at verða klárt at framleiða heitt vatn.

 

Tað sigur Bjarti Thomsen, sum er nevndarformaður í Nólsoyar Orkufelag, sum eigur vindmylluna, sum stendur uppi á Brekku í Nólsoy.

 

– Myllan hevur malið, og vit royndarkoyrdu hana í vár, og tá framleiddi hon hita í tangan, greiðir Bjarti Thomsen frá.

 

– Men so fóru nøkur relé, og tí hava vit manglað nakað av útgerð, sum vit nú hava fingið, sigur hann.

 

Átta hús eru knýtt í skipanina, sum framleiðir heitt vatn at hita húsini við. Men sambært Bjarta Thomsen klárar skipanin nøkur og 30 hús.

 

Tað var tann 5. apríl í 2011, at fyrstu lutirnir til vindmylluna komu til Nólsoyar. Keyptar vórðu tvær vindmyllur. Onner er sett upp, hin skal nýtast til eykalutir.

 

Stig varð tikið til verkætlanina sum partur av eini norðurlendskari verkætlan at gera Nólsoynna til eina grøna oyggj fyrst í hesi øldini. Nólsoyar Orkufelag fekk 1,8 milliónir krónur í stuðuli úr Innlendismálaráðnum til verkætlanina. Ætlanin var at binda 40 hús í skipanina í fyrstu syftu. Tó eru bert átta hús í skipanini, sum nú verður klár – og sum sambært Bjarta Thomesen fer at framleiða hita til tey átta húsini um nakrar fáar dagar.