Týsdagin í síðstu viku varð lítil hátíðarløta í Kúrdali í Hoyvík í sambandi við, at nýggja myllan hjá Føroya Fornminnissavni varð reist.
Tað er Arngrím Árting frá AM-smíð, ið hevur gjørt timburarbeiðið.
Tað var sama virkið, sum í fjør stóð fyri at gera yvirtrom og flagtekjuna á neystið niðri á støðni í Hoyvík.
Myllan er reist eftir tekningum av Mayfinn Norðoy, arkitekti á Føroya Fornminnissavni. Hon er gjørd eftir somu flatmynd sum myllan í Kunoy. Annars eru tekningarnar gjørdar eftir 100 ára gomlum fotomyndum og upprunastøði.
Myllusteinar og kvarnkallur til mylluna eru eisini varðveitt.
Myllan stendur niðarlaga í Kýrdali og til ber hjá fólki at koma og síggja hana og tað gamla handverkið, sum brúkt verður í hesum smíðnum.
Ætlanin er seinni at klæða mylluna og gera innviðin, soleiðis at hon kann standa liðug komandi summar.









