Jørgen de Mylius er ein av stóru profilunum í donskum tónleiki. Ikki tí, at hann hevur spælt ella skapt tónleik sjálvur, men tí hann hevur verið partur av donskum populertónleiki í fleiri áratíggju.
Tað, sum vit í Føroyum ivaleyst kenna Mylius best fyri, eru hansara uppgávur sum sjónvarpsvertur fyri væl umtóktum sendingum. Mylius var í nógv ár frásøgumaður í danska Grand Prixnum og til europeisku finaluna. Ein tann mest sædda sjónvarpsendingin í Danmark í áttatiárunum var sendingin Eldorado, sum presenteraði nýggjan tónleik. Hendan sendingin varð eisini sýnd í føroyskum sjónvarpi.
Øll árini hevur Jørgen de Mylius eisini verið plátuvendari til øll hugsandi tiltøk kring Danmark. Hann dugir væl at velja góðan tónleik úr áttatíárunum, og tiltøkini, sum hann luttekur á, lukkast vanliga sera væl. Jørgen de Mylius er framvegis eitt stórt navn í Danmark, og hann er sera nógv umbiðin.
Jørgen de Mylius hevur áður vitjað í Føroyum – seinast var afturi í 80’unum. Hann er síðani fleiri ferðir boðin at koma hendanvegin, men tað hevur ikki ligið fyri – fyrr enn nú.
Um vikuskiftið kemur Jørgen de Mylius aftur at vitja her á landi, og hann kemur fyrst og fremst í leiklutin sum plátuvendari. Hann hevur nógvar góðan 80’ara tónleik við sær og fer at undirhalda fólki í Luux fríggjakvøldið frá k. 23.00.
Mylius fer sum vera man at velja tónleik, sum fólk minnast frá sendingin Eldorado – typiskur 80’ara tónleikur, sum framvegis livir væl á okkara døgum.
Upprunaliga skuldi tiltakið verða í Hoyvíkshøllini, men fyrireikararnir hava valt at flyta tiltakið í eksklusiva dansistaðið Luux mitt í Havnini.
Umframt Jørgen de Mylius sleppa fólk eisini at uppliva kenda føroyska útvarpsvertin og plátuvendaran Jákup Magnussen.