Í morgun boðaði línibáturin, Mýlingur, frá, at teir høvdu maskintrupuleikar. Tað skrivar Vørn á síðni heimasíðu í dag. Mýlingur var tá staddur einar 10 fjórðingarnorður úr Eiðiskolli, tá ið hann boðaði frá brekinum.
Brimil varð sendur til hjálpar og hann kom til Mýling um miðdagsleitið og sleipaði teir á Klaksvík har skipini komu klokkan 16 nú seinnapartin.
Vørn sigur, at tað fer væntandi at taka einar tveir dagar at umvæla motorin á “Mýlingi”. Myndina hevur Elias Zachariassen tikið og hon er av heimasíðuni hjá Vørn.
|