Samferðsla
Bygdaleiðir eru bodnar út til privatar at reka, og Skálafjarðarleiðin og Mykinesleiðin verða tær næstu.
Strandfaraskip Landsins hava raðfest útbjóðingarnar soleiðis, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, at Bygdaleiðir skuldu bjóðast út fyrst. Um hálvan september veðrur Skálafjarðarleiðin, sum Ternan I røkir, boðin út, og síðan kemur túrurin til Mykinesleiðina, sum Súlan røkir. Hesar eru tær leiðir, sum loyvt er Strandferðsluni at bjóða út, sigur hann.
Fólk hava vent sær til Sosialin og undrast á, at Mykinesleiðin verður røkt av privatum felag, hóast eingin útbjóðing hevur verið. Ført hevur verið fram, at tað er ikki rætt at útlisitera eina farleið soleiðis í allari stillheit, uttan at lýst hevur verið við hesum.
Til tað sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, at Mykinesleiðin er als ikki útlisiterað. Tí hevur heldur eingin lýsing verið.
Hinvegin er tað rætt, at ein privatmaður hevur rikið rutuna í summar. Men hetta er ein fyribilsloysn, sum komin er í eftir áheitan frá Strandfaraskipum Landsins, sigur hann.
Støðan var tann, at Súlan lá uttan manning, tá ferðaætlanin skuldi byrja í vár. Súlan siglir bara til Mykinesar summarhálvuna.
Farleiðin er av slíkum slag, at har krevst avgjørt staðkent fólk, sigur fólkaflutningsleiðarin, so roynt varð innanhýsis á stovninum at finna fólk, sum mett varð hevði førleika at sigla til Mykinesar. Tað eydnaðist ikki, og tí varð farið út um stovnin at leita.
Einir tríggir ymsir fyrispurningar vóru settir fólki, sum mett varð kundi átaka sær rutuna, og varð at enda gjørd ein avtala við mann, sum hevur siglt á leiðini í líknandi vinnu í nøkur ár.
? Men tað merkir avgjørt ikki, sigur Poul Jákup Thomsen, at Mykinesleiðin er latin hesum manni at reka permanent.
? Tá Skálafjarðarleiðin er boðin út, kemur túrurin til Mykinesarg. Tá verður leiðin eisini alment boðin út til hvønn tann at søkja, sum metir seg føran fyri at reka hana undir teimum treytum, ið tá verða settar. Tað skal so støða eisini takast til, sigur hann.