Mykines er fjórða skipið í flotanum hjá Smyril Line – og fjórða skip felagsins, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni. Hini eru Nørrøna, Eystnes og Hvítanes.
Mykines, sum er 18.979 bruttotons, skal sigla við farmi millum Ísland, Føroyar og Evropa.
Jóhan av Reyni er skipari á Mykines.