Mykines: Heildarpolitikkur má til

Tað er órættvíst, at bert ávís fáa ágóðan av gøtuni og brúnni, sum øll eiga, heldur Kemm Poulsen.

Nógv kjak hevur verið, síðani tað kom fram, at í Mykinesi er ætlanin er at taka pening frá ferðafólki, ið ætla sær at ganga farleiðina út í Hólm.

 

 

Ein, sum nú á facebook ger viðmerkingar til kjakið, er Kemm Poulsen í Havn.

 

 

Í einum drúgvum  innleggi á sínum facebookvanga sigur Kemm Poulsen millum annað:

 

 

Nú so nógv fokus hevur verið á Mykines í seinastuni, har argumenterað hevur verið fyri, at gjald skal setast á at ferðast eitt nú út í hólmin.Er vert at hava í huga at nógv ymisk viðurskiftir eru at taka atlit til hesum viðvíkjandi. 
Og má ikki farast fram í óðum verkum, áðrenn ein heildarpolitikkur fyri alt landið fyriliggur.

 

 

Sørvágs Kommuna er eigari av farleiðini niðan til minnisvarðan, landsverk er eigari av brúnni og Søfarstyrelsen eigur part av Hólminum. Restin er kongs og ein heilt lítil partur er ogn. Er tað so ikki øll Føroya fólk, sum eiga farðleiðina? Hesir upplýsingar síggjast á kortal.fo Eisini kann vísast á gøtuna sum júst er gjørd sum er goldin við almennnum peningi. Hví er tað bert jarðeigaranir, sum skulla fáa ágóðan av henni ?

 

 

Víðari sigur Kemm Poulsen millum annað:

 

 

 Hví er tað so at t.d knæbøndur í Havn, sum hava eitt frítíðarítriv í Mykinesi, nú skulu vinna pening av sínum frítíðarítrivi ? Av eini farleið, sum vit øll eiga ?

 

 

Tað kann ikki vera rætt, ella rættvíst, at bert ávísir persónar fáa ágóðan av teimum mongu ferðandi sum ferdast eftir gøtuni og brúnni, sum øll Føroya fólk eiga. Eftir mín tykki, eigur peningurin, sum kemur inn av farleiðini út í Hólm, at fara í ein grunn. Ein grunn, sum hevur eina óhefta nevnd, ein grunn sum virkar fyri at menna, stimbra og varða um oynna. Ein grunn, sum bæði bygdafólk, tey sum eiga ella umsita jørðina, og onnur, ið hava áhuga í at menna oynna, kunnu søkja pening úr. Hugsast kann eisini, at hesin sami grunnur fer at umsita nógvan pening, sum so eisini kundi farið til arðar útoyggjar sum t.d Fugloy, har ikki so nógv ferðandi vitja. Hvat signalerar hetta, at taka pening fyri at ferðast á farleið, sum Føroya fólk eigur meirlutan av, út til restina av Føroyum ?? Fara nú øll bara at seta gjald á, hvør í sínum lagi ?

 

 

Og Kemm Poulsen endar sítt drúgva innlegg við hesum orðum:

 

 

Tí eigur ein arbeiðsbólkur at verða settur, sum samskipar allar Føroyar, við tí endamáli, at allur peningurin sum hann er, fer til at menna og stimbra eina innlendismenning fyri allar Føroyar og ikki bara Mykines. Og eisni má beinanvegin gerast greitt, at fólk ikki bara kunnu gera tað teimum hóvar, sum t.d at taka pening fyri eina farleið, har Landið er stórsti eigarin.

 

 

Hetta eru brot úr innlegginum, men innleggið kann lesast í fullari longd á facebookvanganum hjá Kemm Poulsen.