Mykines: Gjógvin fyltist - eitt undur at alt spældi væl av

Útoyggjastevnan kundi, um verri vildi til, enda í stórum sorgarleiki. Tá ið FROYUR tíðliga í gjárkvøldið kom til Mykinesar eftir stevnugestum, var um reppið, at ikki stór ólukka hendi inni á Gjónni.

Veðrið var hampuligt, tá ið Froyur kom út til Mykinesar, men beint áðrenn farast skuldi frá aftur, kom eitt stórt óløgið, sum fylti Gjónna. Tá stóðu fleiri ferðafólk eftir í landi, men har var einki at gera, teir fóru frá - í øllum ruðuleikanum, bar bagborðsíðan við land hinumegin á Gjónni, men tíbetur spældi alt væl av, soleiðis at eingin fólkaskaði hendi.

Sjónarvitni siga, at tað var ógvusligt at síggja, tá nátturkreftirnar vístu sína megi.

Fleiri myndir, sum Anton Joensen hevur tikið, kunnu síggjast á www.joanisnielsen.fo