Myhre kostaði sigurin

Norra skuldi helst vinna dystin ímóti Turkalandi fyrr í kvøld fyri at halda fast um vónina at koma víðari til EM-endaspælið.

 

Norra og Turkaland møttust á uttanveltaðum vølli í Frankfurt í Týsklandi uttan nakrar áskoðarar, tí at Turkaland ikki sleppur at spæla á heimavølli eftir Play-off dystin ímóti Sveis fyri hálvumøðrum ári síðani, sum endaði í sonnum roki.

 

Norra fekk eina dreymabyrjan uppá dystin. og tá liðini fóru til hálvleiks, førdu norðmenn 2-0 við málum frá Simon Brenne og Martin Andresen.

 

Í seinna hálvleiki svaraði Turkaland tó aftur við tveimum frísparksmálum seint í dystinum. Fyrst sendi Hamit Altintop eitt fríspark ímóti málinum úr 30 metrum, sum Thomas Myhre misti í málið, og løtu seinni var aftur galið, tá sami Altintop sendi nýtt fríspark ímóti málinum. Hesaferð misti Myhre bóltin ímillum bæði hendur og bein, og so endaði hann í málinum.

 

Norra blakaði eina 2-0 leiðslu burtur, og nú sær svart út hjá Norra í bólki C. Teir liggja á fjórða plássi, 6 stig aftanfyri Turkaland, sum er fremst, og 5 stig aftanfyri Grikkaland á øðrum plássi.