Føroyar telva nú seinasta dystin á talvolympiaduni í Istanbul. Mótstøðuliðið er Myanmar, eisini nevnt Burma. Dysturin byrjaði longu klokkan níggju í morgun. Føroyar vóru fyri seinasta umfar nummar 81 av teimum 157 londunum á olympiaduni. Føroyar eru styrkismettar nummar 74. Myanmar er styrkismett sum nummar 97.
Á føroyska liðnum í morgun eru Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødgård og Jóan Hendrik Andreasen. Á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com - er leinkja til OL-kappingina, soleiðis at fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði.
Í oddanum liggja Kina, Armenia og Russland borð um borð og stríðast um sigurin. Norðurlond eru ikki so frammarlaga hesaferð; Svøríki liggur fyri dagsins umfar nummar 28 í røðini. Talvolympiadan endar sum sagt í dag.