Nakrar vikur eru farnar aftur um bak, síðani ambitiøsa og hjartanemandi tiltakið, Peace One Day, var hildið kring heimin. Stigtakarin handan tiltakið, filmsframleiðarin úr Hollywood, Jeremy Gilley, arbeiðsmaðurin úr størsta svínastátinum og býnum í Amerika, Hollywood, fekk genialu visiónina um, at heimurin skuldi uppliva frið og vápnahvíld ein dag um árið. Hugvekjandi. Men hugsveimandi visiónin er nú ikki hin fyrsta av slagnum. “Make Love, Not War” átakið hjá John Lennon og hinum blómubørnunum síðst í seksti árunum var eins ambitiøs og henda. Ella tonna hægri.
Blómubørn
Blómubørnini, ella hippies, sum amerikumenn kallaðu hetta ættarlið av ungdómi, vóru náðileys, tá ið tað snúði seg um samfelagsspurningar. Tey vóru troytt av, at foreldrini skuldu vera so konservativ og afturhaldandi, at landið var í støðugum kríggi við reyðu marxistarnar úr Russlandi, at amerikanski ungdómurin var oyðilagdur fleiri túsund kilometrar frá Frælsis-gudinnuni í vátligu og vandamiklu skógunum í Vietnam. Móð av sjúkligu og svakligu hermonnunum, sum liðu undir sjúkuni post traumatic stress disorder, tey ilskaðust inná túsund ára gomlu siðvenjuna, har kvinnur skuldu kúgast og virðast sum djór. Men gomlu og konservativu menninir í Hvítu húsunum gloymdu vísindaligu og menniskjaligu eginleikarnar, har every action has a reaction. Frustratiónirnar flutu yvir í San Francisco, har ungdómurin hevði fingið nokk av politisku arrogansuni.
Konubrot
Ungdómurin setti eina samfelagsliga og síðan globala kollvelting í gongd. Maskulinu menninir fingu sítt hár, jesus-skegg, trompetbuksur, litfagrar skjúrtur og hárband. Kvinnurnar skraddu seg úr spennitroyggjunum, sum menn høvdu hildið teimum í í túsindavís av árum. Tær stríddust og vunnu rættindir fyri sínar systrar og eftirkomarar. BH-arar vóru “gloymdir” heima, meðan sigarettir og sprutt gjørdist okey í samfelagshøpinum. Øsingin og illfýsnið komu frá teim gomlu, meðan meirilutin av samfelagnum tók undir við hesum atburði. Tískil var tað í lagi.
Flóðalda
Henda flóðalda rak eisini eystureftir, har lítla oyggjasamfelagið Føroyar bleiv vitni til eina samfelags- og hugburðs-tsunami. Umframt kollvelta klædnasiðin og frísinnaða hugburðin setti kollveltingin eina politiska aldu í gongd. Hippiarnir, ið gingu á studentaskúlanum, mótmæltu at tosa danskt til próvtøkurnar. Tey enntá hóttu við at skriva føroyskt til próvtøkurnar, sjálvt um sensor var dani. Politikararnir og konservativu gubbarnir vóru í øðini inná provokerandi og mentanarleysa ungdómin, sum var ávirkaður av ókristiligum og háðandi amerikanskum tónleiki. Um hesin óvirðiligi ungdómur ikki aktaði hægstu myndugleikarnar og gjørdu í móti teirra orðum, fingu tey ikki so mikið sum eitt blankt pappír í hondina. Jú, hart var sett í móti hørðum.
Avleiðingar
Avleiðingarnar av føroysku blómubørnunum síggja tit í dag. Men tað hevði eisini sín prís. Fleiri studentar av árganginum 74 og 75 fingu einki prógv, tí tey vóru trúføst móti sínum orðum. Fyri summi var tað bert leysorð, onnur vóru kanska gløggari enn so, at tey vildu ikki ofra sítt studentsprógv á síðsta skúladegi aftaná trý strævin ár. Og fyri onnur spældi kanska ein hægri makt inn, eins og Jóannes Nielsen lýsir í bókini Glansbílætsamlararnir. Sama ger, tá alt kom til stykki, fingu ørvitisknokkarnir, ella hippiarnir, ið vóru trúfastir móti sínum politisku hugsjónum, eisini prógv!
Men tað var tá.
Ungdómurin
Ungdómurin í dag hevur ikki verið úti fyri slíkari kúgan ella vanvirðing. Føroyskt liggur væl og virðiliga í okkara skúlaskipan. Kvinnurnar verða ikki longur tjóðraðar fastar. Nei. Tær hava bæði kvinnuhús, kvinnukvøld, mammudag, ommudag, Sex and The City kvøld, sítt egna blað osfr. Tær verða heldur ikki fordømdar, um tær verða sæddar á Hotel Føroyum, aftaná sexologurin Joan Ørting hevur havt ein fyrilestur um ting, sum ikki tola dagsljós. Nei, tað eru tekin um eina modernaða kvinnu, sum torir at standa inni fyri sínum. Og tað er eisini deiligt at síggja. Haraftrat hevur orðið vælvera fest seg í tilvitanina hjá kvinnum, so at kvinnan skal ikki bara standa heima í køkinum og gera mat til ovurtjúkka mannin. Niks, hon skal út millum aðrar damur, syrgja fyri at likam og plagg er up-to-date. Blómubørnini sáddu hetta hugburðsfræ, sum nú spírar sum ein onnur blóma. Men eins og við rósuni, so hevur blóman tornir.
Symbol
Klædnastílar koma og fara eins og vetur og summar. Hvør sesong hevur síni sermerktu klæðir, sum symbolisera eitt ella annað. Seinasta sesongin og inn í komandi sesong hava verið back to the happy sixties, serliga hjá kvinnum, har hippibond, stivlar, síðar skjúrtur, peace t-shirts osfr. hava verið modernað.
Tornirnar í hesum samanhangi er ikki trot á á virðing ella “ónærisligur” hugburður. Tvørturímóti. Tað er meira tað, at ungdómurin, ið prýðkar seg við hesum lutum, vísir ikki so nógvan áhuga fyri samfelagsbroytingunum, sum er í fylgi við politisku avgerðunum. Fyri ungdómin er hetta ein prýðislutur, ið vísir, at viðkomandi er modernaður og fylgir við trendinum. Ikki at hann er politiskt engageraður ella ágrýtin.
Tíðin
Men tíðin er komin, har ungdómurin kveikir lív í symbolini. Ikki tí at okkara móðurland er í nøkrum vanda ella at politiska skipanin skal kollveltast, men heldur tað, at vit ungdómur savnast um symbolið, sum vísir, at vit eru til. Við symbolinum kunna vit vísa ovastu myndugleikunum, at vit ungdómur standa saman um nøkur mál. At vit ungdómur, sama hvaðani í Føroyum ella heiminum vit eru, standa saman um endurreisingina av Fróðskaparsetrinum, forða fyri, at næmingar koma út fyri somu lagnu sum tey, ið ikki fingu sínu prógv góðkend. At vit ungdómur góðtaka ikki skerjanina av ÚSUN. At vit ungdómur svara aftur til avgerðir, sum ávirka dagin í morgin. Politikararnir fáa betri innlit, um vit geva ljóð frá okkum.
Men tað ber bert til at kveikja lív í symbolini, um vit ungdómur standa saman.