MVG-útsøla í Fíggjarmálaráðnum

Fíggjarmálaráðið hevur lagt fyri løgtingið tvey lógaruppskot um frítøku av meirvirðisgjaldi. Samkomur, ítróttarfeløg og útleigarar sleppa næstu árini undan at gjalda mvg, tá spakin verður settur í.

Annað lógaruppskotið úr Fíggjarmálaráðnum snýr seg snøgt sagt um, at tað eisini næstu trý árini skal bera til at byggja ítróttar- ella samkomuhús uttan at gjalda meirvirðisgjald. Verandi lóggáva verður also longd.

- Íløgur í frítíðarvirksemi, sum øll í samfelagnum fáa gagn av, hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og tí vil landsstýrið endurgjalda MVG'ið av slíkum íløgum komandi trý árini, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tíðindaskrivi.

Lógaruppskotið definerar hesa mvg-fríu bygging sum ”íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi.” Við lógaruppskotinum verður møguligt at fáa meirvirðisgjaldið í samband við slíka bygging endurgoldið til og við á nýggjárinum 2015.

Higartil hevur Taks endurgoldið 14,4 milliónir krónur til ítróttarfeløg, samkomur og onnur, sum hava brúkt hesa lógarheimild til at byggja mvg-frítt. Afturat hesum 14,4 milliónunum liggja umsóknir fyri eina ókenda upphædd inni hjá Taks. Sambært Taks er talan um ”rættuliga nógvar umsóknir,” eisini um at byggja kirkjur.

Hitt lógaruppskotið snýr seg um, at tað nú skal bera til at byggja íbúðir til at leiga út, uttan at gjalda meirvirðisgjald av hesi bygging. Byggir tú íbúðir fyri meira enn 200.000 krónur, so fært tú meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum. Treytirnar eru, at talan í minsta lagi er um tvær íbúðir, og at minst ein er atkomulig fyri fólk við koyristóli.

Í tíðindaskrivi úr Fíggjarmálaráðnum verður sagt, at ”leigubústaðir skuldu við hesum blivið 20 prosent bíligari í leigu enn annars.

Bæði lógaruppskotini eru borin í løgtingið.

31. desember 2011 fór úr gildi løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústað. Eftir hesi lóg fingu fólk endurrindað part av meirvirðisgjaldinum av arbeiðslønini, tá tey bygdu hús ella framdu stóra umvæling av sínum húsum.

So meðan eitt nú barnafamiljur skulu rinda fult meirvirðisgjald av allari íløguni, tá tey seta føtur undir egið borð – ja, so ber til at byggja ítróttarhús, samkomuhús og nú eisini íbúðir til at leiga út til onnur at búgva í, uttan at rinda meirvirðisgjald av hesum.