Teir leggja alskins avgjøld og skerjingar á okkum: Vit skulu hava hægri brenniolju, onki ferðaavgjald, heimsins dýrastu mjólk, og óvanliga dýrar dagligdagsvørur.?Eg ætli mær at fortelja eina fitta søgu um MVGið. ?Skuldi fyri nøkrum árum síðani keypa mær eina góða skrúvumaskinu. Vitjaði fyrst ein handil, har góðar maskinur av slagnum Bosch fingust sera bíliga.?Fór síðani til Balslev fyri at kunna samanlíkna prísir. Sama maskina var fleiri 100 kr. dýrari hjá teimum. Gjørdi teir kunnigar við prísin, ið tann fyrra fyritøkan kundi lata mær maskinuna fyri. Hatta ber ikki til, tí ein maskina av hasum slagnum kann ikki vera so bílig, hon verður seld fyri undirprís, handa prísin kunnu vit ikki bjóða tær... Gjørdist forvitin at vita, hvussu hetta bar til. Hjá Balslev søgdu teir mær, at hasin handilin er kendur fyri ikki at rinda landinum MVG, og tí kappast vit ikki á jøvnum føti. ?Stutt eftir hoyrdist í býnum, at henda fyritøkan var sloppin frá at gjalda 8 mill í MVG, og var byrjað aftur í einum øðrum felagi. Hetta hendi frá degi til dags.?Áttu vit brúkarar ikki at fingið at vita, hvør ið ikki letur landinum MVG. Vit geva hesum fyritøkum 25% ov nógv fyri vørurnar, og samstundis straffa vit tær fyritøkur, ið halda sínar skyldir.