MV Nordstjernen hevur siglt á sonevndu Hurtigrutuni í Noregi, úr Bergen til Kirkenes. Skipið er bygt í Hamburg í 1955, og sigldi fast á hurtigrutuni úr 1956 til 2002. Síðani hevur hon, umframt at vera avloysari á hurtigrutuni, millum annað siglt sum cruiseskip við Svalbard.
Í 2012 varð MV Nordstjernen lýst sum mentanarminni av norska Riksantikvaren.
Komandi vikurnar skal MV Nordstjernen vera hotellskip í samband við umvælingarnar í skulu gerast á West Hercules.