Muturgølan í Statoil ikki liðug enn

Í næstsíðstu viku noyddist stjórin á uttanlandsdeildini hjá almenna norska oljufelagnum úr starvinum, og í gjár segði nevndarformaðurin seg frá.

Tað prutlar undir lokinum í almenna norska oljufelagnum Statoil.

Í næstsíðstu viku reyk stjórin á uttanlandsdeildini hjá felagnum, eftir at tað varð avdúkað, at felagið hevði havt sera ivingasamt samskifti við Iran, og sunnukvøldið varð so kunngjørt, at nevndarformaðurin, Leif Terje Løddesøl, hevði sagt formansstarvið og nevndarsessin frá sær.

Aðalstjórin, Olav Fjell, kann heldur ikki kenna seg tryggan. Hann varðveitti starvið eftir ein sjáldsama drúgvan nevndarfund í síðstu viku, men í gjár kravdi nevndarumboðið hjá starvsfólkunum, at nevndin skuldi halda nýggjan fund, tí umboðið metti ikki, at alt var komið fram á tí fyrra fundinum.

Upprunin til rokið, sum hevur skakað Statoil, er ein avtala, sum leiðslan gjørdi við bretsku ráðgevingarfyritøkuna Horton Investments Ltd. fyri einum ári síðani. Eftir avtaluni, sum var galdandi í tíggju ár, og sum kostaði Statoil 115 milliónir krónur, skuldi Statoil fáa góð ráð um, hvussu felagið kundi sleppa inn á iranska oljumarknaðin.

Men herfyri varð avdúkað, at ein av ráðgevunum hjá bretska felagnum er sonur fyrrverandi iranska forsetan Akbar Hashemi Rafsanjani, og tá kom illgruni um, at mutur mundi vera uppi í málinum. Blaðið Dagens Næringsliv tók málið upp, og tann serliga fíggjarløgreglan fór at kanna málið. Eitt nú er aðalstjórin, Olav Fjell, avhoyrdur sum vitni. Eitt nú er komið fram, at Statoil hevur goldið pengar inn á eina konto í Sveits, og at kontoeigarin er eitt felag á einari oyggj í Karibiska Havinum.

Norskir fjølmiðlar skriva, at sessurin hjá aðalstjóranum er sera heitur í løtuni.