Um vikuskiftið tapti Rumenia púra óvæntað 3-0 ímóti Litava í HM-dysti á heimavølli. Hetta fekk øði í rumenar, og venjarin stóð fyri skotum. Venjarin segði millum annað eftir dystin, at Rumenia hevði tapt, hóast Adrian Mutu hevði verið tøkur til dystin - hann var skaddur. Hetta hevur gjørt Mutu so illan, at hann vil ikki spæla aftur á rumenska landsliðnum, meðan Victor Piturca er venjari. Hetta økir helst um trýstið, sum liggur á venjaranum, eftir at Rumenia tapti fyri Litava. Eisini hóast talan í gjár gjørdist um sigur á Tórsvølli.