Rumenski fótbóltsspælarin, Adrian Mutu, skal vera fullkomuliga skelkaður, eftir at hann var tikin í einari dopingroynd eftir dystin hjá Fiorentina ímóti Bari tann 10. januar. Dopingroyndin vísti, at hann í blóðinum hevði hann evnið Sibutramina, sum minkar um svongdina. Fyribils fær hann stuðul frá felagi sínum, ið heldur, at hann ikki hevur vitað av, at evnið var ólógligt.
LesarabrøvLesarabrøv









