Fiorentina var aftanfyri 3-0, tá liðið um vikuskiftið spældi á útivølli móti Genoa. Adrian Mutu varð tó stóri maðurin hjá gestunum, tá hann seinsta hálva tíman mest sum einsamallur fór undir eina bjargingarroynd. Mutu skeyt nevnliga trý mál seinastu 30 minuttirnar, og soleiðis bjargaði hann Fiorentina eitt stig fyri uppgerðina.