Stjórnarleiðararnir í teimum trimum norðurlondunum, sum ikki eru nationalstati: Aksel V. Johannsen, løgmaður í Føroyum, Múte B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Veronica Thornroos, landsstýrisforkvinna úr Álandi Mynd: Halldor Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix

Múte og Aksel sera misnøgdir við toppfund

Grønlendski landsstýriformaðurin og Føroya Løgmaður eru sera misnøgdir við, at teir ikki vórðu bodnir við til norðurlendskan toppfund í Helsinki miðskeiðis í juli.

Stjórnarleiðararnir í teimum trimum norðurlondunum, sum ikki eru nationalstati: Aksel V. Johannsen, løgmaður í Føroyum, Múte B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, og Veronica Thornroos, landsstýrisforkvinna úr Álandi Mynd: Halldor Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix

Tað hava teir sagt við danska blaðið Politiken.

Á toppfundinum vóru forsætisráðharrar úr Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi og Finnlandi og amerikanski forsetin, Joe Biden.

Múte B. Egeder sigur við Politiken, at atfinningarnar ikki bara eru vendar móti Danmark, men ímóti allari konstruktiónini, sum norðurlendska samstarvið hevur ment seg til, »har tað er eitt lið 1 og eitt lið 2.«

– Tað eru í veruleikanum mátin hjá teimum fimm norðurlendsku nationalstatunum at arbeiða uppá, sum ikki er tíðarhóskandi, og nú er nóg mikið, sigur hann við Politiken.

/ritzau/