Múte B. Egede yvirtekur uttanríkismál

- Vit hava umrøtt viðurskiftini og eru samd um at gera broytingar, sigur landsstýrisformaðurin.

 

 

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, yvirtekur frá í dag at rokna ein part av málsøkjunum hjá grønlendska landsstýrismanninum, Pele Broberg.

 

Økini, sum landsstýrisformaðurin yvirtekur, eru uttanríkismál og veðurlag. Pele Broberg situr nú eftir við málsøkjunum, vinnulív og handil. 

 

Umskipingin hevur verið væntandi síðan næst seinasta vikuskiftið, tá Pele Broberg varð endurgivin í Berlingske um ríkisfelagsskapin og um, hvør skuldi hava atkvøðurætt í einari møguligari fólkaatkvøðu um grønlendskt sjálvræði.

 

Útsagnirnar hjá Pele Broberg skaptu øsing í IA (Inuit Ataqatigiit), andstøðuflokkunum og í stuðulsflokkinum, Atassut, har formaðurin kravdi eina umskiping í grønlendska landsstýrinum, har Pele Broberg ikki longur skuldi sita við uttanríkismálum sum málsøki.

 

Stríðið kom eisini til sjóndar á landsfundi hjá AI, har funnist varð at útsagnunum hjá Pele Broberg. Formaðurin fyri AI og landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hevur sagt, at stríð ikki eigur at leggja skuggar yvir politikkin hjá landsstýrissamgonguni.

 

- Vit hava umrøtt viðurskiftini og eru samd um at gera hesar broytingar. Tað týdningarmesta hjá okkum eru tey mál, vit hava sett okkum fyri - og ikki minst, at vit arbeiða fyri fólksins besta, sigur landsstýrisformaðurin við Sermitsiaq.

 

Umframt nevndu umskipingar av málsøkjum, eru eisini aðrar umskipingar farnar fram, nú Pele Broberg hevur mist nøkur av sínum málsøkjum. Paneeraq Olsen er nýggj í landsstýrinum, og hon kemur at umsita børn, ung og familjuøkið.