Mussolini var hjartagóður

So er hann komin í eldin einaferð afturat, italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi.

Hósdagin segði hann, at fyrrverandi italski einaræðisharrin, Benito Mussolini, var hjartagóður, og at hann hevði ikki blóðdálkaðar hendur. Í einari samrøðu við tveir bretskar tíðindamenn segði Berlusconi, at Mussolini drap ongan, og at hann kundi als ikki samanberast við fyrrverandi irakska einaræðisharran, Saddam Hussein.

Jødarnir í Italia eru sum vera man í øðini inn á forsætisráðharran, og vinstraflokkarnir hava kravt, at hann skal biðja um umbering. Søgumenn eru heldur ikki samdir við Berlusconi. Ein teirra, Richard Brosworth, sigur, at einaræðistíðin hjá Mussolini kostaði minst einari millión fólkum lívið.