Ein muslimsk moska er nú bygd við síðunar av Ground Zero, har World Trade Center var. Bert fáar metrar frá staðnum, har islamistiskir fundamentalistar drupu 2.751 fólk tann 11. september, er ein moska bygd og ein lokalur imamur hevur nú lægt ætlanir fram, um at víðkað moskuna og byggja eitt islamskt sentur. Tað skrivar New York Times.
Bygningurin, har moskan nú heldur til, hevur staðið tómur síðani álopið í 2001, men varð í juli í ár keyptur av Soho Properties, sum muslimskir húsameklarar eiga.
Ein av íleggjarunum er imamurin Feisal Abdul Rauf, sum er leiðari av Amerikanska felagnum fyri muslimska menning. Umframt moskuna, hevur Rauf ætlanir um at gera eitt museum, handlar og eitt fundarhøli, har ymsir trúarbólkar kunnu hittast mótarbeiða anti-muslimskum hetzum.
Ætlanin fer helst at kosta 150 millionir dollarar, sum eru umleið 773 milliónir danskar krónur.
Rauf er fullgreiður um, at tað kann eggja til ósemju at leggja eitt islamskt sentur so tætt uppat økinum, har Worl Trade Center stóð. Men júst staðið var ein av orsøkunum til, at bygningurin varð keyptur.
Felagið ynskir nevniliga at senda ein øvugtan boðskap av tí, sum varð sendur 11. september.










