Seinastu vikurnar hava nakrir føroyskir stovnar fingið sendandi hóttanarbræv frá einum bólki, ið nevnir seg Abu Nawaf Group, og sum mótmælir grindadrápi. Tað skrivar Vágaportalurin.
Myndirnar, sendar verða, eru skrásettar sum ogn hjá Lail-alsahara.com, sum tó bert tykist vera ein portalur, har ein kann tekna seg til at fáa tilsent ymiskt tilfar.
Vágaportalurin skrivar, at Lail-alsahara sýnist vera ognari av manipuleraðu myndunum, sum eru gjørdar so litsterkar, at blóðið sær meira út sum rabarbugreytur enn blóð og tað grøna er so grønt, at Írland á hásumri kann fara heim og leggja seg.
Aftanfyri heimasíðuna Lail-alsahara.com stendur muslimski bólkurin Abu Nawaf Group.
Hetta er ein muslimskur felagsskapur við heimstaði í Saudi Arabia undir leiðslu av Abu Nawaf. Bólkurin lýsir mál gjøgnum professionellar heimasíður og portalar sum Linkedin og Twitter.
Mátin, arbeitt verður uppá, er at leggja myndir út á hesar stóru samskiftsportalar við ógvusligum tekstum um eitt nú grindahval, og so at savna undirskriftir, sum síðan verða sendar til bæði myndugleikar og einstaklingar.
Í undirskriftarinnsavningunum veðrur so heitt á fólk um ikki at fara til Føroyar, ikki at keypa føroyska framleiðslu ella á nakran hátt stuðla Føroyum ella føroyingum.