MUHAMMED-TEKNINGAR
Málið um tekningarnar av profetinum Muhammed tók rættiliga dik á seg hesa vikuna, eftir at norðurlendingar vórðu hóttir eftir lívinum í Gaza, og bygningurin hjá Jyllands-Posten í Århus hevur fingið bumbuhóttanir.
Eitt av londunum, haðani mótmæli ímóti tekningunum eru komin, er Egyptaland, har Tommy Petersen starvast fyri Danida sum ráðgevi hjá egyptiska umhvørvismálaráðnum.
Sjálvur býr Tommy Petersen í einum forstaði skamt uttan fyri Kairo.
Hóast nógv er at hoyra um Danmark og tekningarnar hjá Jyllands-Posten í hesum døgum, so sigur Tommy Petersen seg ikki hava verið úti fyri nakrari keðiligari uppliving.
- Nógv fólk halda tað vera undarligt, at Danmark, sum annars hevur eitt gott umdømi, ikki bara kann geva eina umbering, tí her kundi forsetin bara sagt, at hann tók frástøðu frá slíkum, sigur Tommy Petersen.
Hann greiðir frá, at í Egyptalandi hevur felagsskapurin Egyptian Federation of Chambers of Commerce, sum kann samanberast við Vinnuhúsið hjá okkum, viðmælt, at boykott verður sett ímóti donskum vørum, men mótstøðan sæst so at siga bara á formellum og ikki á einum persónligum støði.
- Fólk eru ógvuliga forvitin og spyrja nógv um Danmark.
Teir smærru handlarnir selja danskar vørur
- Ein keta sum eitur Metro, sum finst her og helst eisini í øðrum londum, hevur tikið danskar mjólkarvørur av hillunum, men um eg gangi ein túr í økinum, har eg búgvi, og minni supermarknaðir eru, hava hesir enn danskar vørur at selja, sigur Tommy Petersen.
- Man kann saktans tosa við fólk um hetta, og tey eru forvitin. Hesa seinastu tíðina hava vit tosað meira um religión og mannarættindi, enn vit nakrantíð hava gjørt her áður, sigur Tommy Petersen, tá vit spyrja hann, um tann spenta støðan møguliga kann hava við sær, at muslimar fara at tosa meira um trúar- og pressufrælsi.
Tommy Petersen vísir til ein niðurlendskan sosiolog, sum herfyri í Politiken kom við líknandi sjónarmiðum, sum Rói Patursson bar fram í Sosialinum týskvøldið, har hann metti, at avleiðingarnar av eini slíkari kreppu sum hesari ikki bara nýtast at vera neiligar, tí mannarættindi kunnu verða sett á dagsskránna í Miðeystri av hesum máli.
Enn er tó ov tíðliga at siga, um boðskapurin um fólkaræði og mannarættindi rættiliga fara at treingja ígjøgnum og rína við, tá hugsað verður um, at málið um muhammed-tekningarnar í roynd og veru er eitt mál, sum er byrjað av privatfólki, tvs. Jyllands-Posten, og ikki av tí danska statinum, sum tíverri er ein fatan, ið nógv hava í Miðeystri.
- Nógvar lygisøgur eru nevniliga í umfari um, at tað almenna Danmark skal hava kallað Muhammed ein banditt, og tað sum verri er. So kanska støðan hevði verid ein onnur í dag, um muslimsku umboðini úr Danmark longu frá byrjan høvdu gjørt vart við, at hetta var eitt privat tiltak hjá Jyllands-Posten, metir Tommy Petersen.
Egyptar vanir við útlendingar
Hann greiðir frá, at tað í roynd og veru ber til at svara eitt bæði-og, tá spurt verður, um Egyptaland er eitt sekulariserað land í mun til onnur lond í Miðeystri.
- Fyri nøkrum árum síðani sást tú rættiliga fá turriklæði, men nú ganga bæði ung og vælútbúgvin fólk bæði í smartum, nýmótans klæðum og turriklæðum. Tað er tó øðrvísi á bygd, har samfelagið helst er meira siðbundið. Men Egyptaland er ikki beinleiðis sekulariserað, og er helst meira tolerant enn til dømis Kuveit og Saudiarabia, tí egyptar eru vanir við at grikkar, italiumenn og onglendingar hava verið har í fleiri hundrað ár, sigur Tommy Petersen, sum kortini leggur dent á, at á eisini á hesum økinum er helst øðrvísi á bygd í Egyptalandi.
Tommy Petersen metir tí, at um føroyingar hava hug at koma til Egyptalands at ferðast, skulu teir ikki setast aftur, tí egyptar helst eru glaðir fyri at fáa teir handanvegin.
Hann sigur, at eingin dani verður álopin, sum hann tekur til, men at ein kortini eigur at vísa hógv og vanligt vit og skil. Fólk eru nevniliga sinnilig, hóast tey ikki meta tað vera rætt, at eitt danskt blað hevur prentað myndir av Muhammed.
Tommy Petersen nevnir sum dømi, at herfyri var kona hansara inni á donsku sendistovuni í Kairo og vitjaði, meðan fólk mótmæltu uttanfyri, men hetta gekk friðarliga fyri seg, og ongin kendi seg ótryggan.
Hann fortelur, at fyri stuttum var hann og keypti inn í áðurnevndu handilsketu, Metro, har danskar vørur vóru tiknar av hillunum, og frágreiðing stóð á kølidiskinum, hví tað var so. Tommy Petersen hevði tá tosað við ein, sum arbeiddi í handlinum og greitt honum frá hesum málinum, og m.a. greitt frá, at nógv lygitíðindi í løtuni eru at frætta í arabiskum miðlum o.s.fr. Handilsfólkið hevði svarað kurteisliga aftur, og lovaði at bera boðini til hægri myndugleikar í handilsketuni.
Somuleiðis veit Tommy Petersen um eina unga egyptiska kvinnu í tjúgunum, sum er vælútbúgvin og religiøs, og hevur verið hálvt ár í Danmark í sambandi við sína útbúgving. Hon metir danir sera høgt og kallar Danmark kingdom of Islam, av tí at Danmark við sínum vælferðarskipanum eftir hennara tykki livdi upp til kjarnan í Islam um at hjálpa hvørjum øðrum o.s.fr. Henni hóvar ikki, at eitt blað hevur prentað tekningar av Muhammed, men dámar heldur ikki, at lopið verður soleiðis á danska statin sum heild.
Maersk sloppið væl higartil
Tommy Petersen sigur, at málið um muhammed-tekningarnar helst er komið í hæddina nú, og metir, at muslimar nokk eisini seta eitt ávíst mark fyri, hvussu langt teir skulu fara, tí t.d. er bara mjólkarfyritøkan Arla, hvørs vørur eru rættiliga sjónligar í Miðeystri, boykottað, meðan t.d. Maersk so at siga hevur fingið frið. Og tað er í sær sjálvum vert at geva gætur.
Tommy Petersen undirstrikar fleiri ferðir í samrøðuni, at muslimar sjálvandi eru ymiskir og fjøltáttaðir eins og flest onnur fólk, og at munur er á hugburðinum millum bygdasamfeløgini í Egyptalandi og tað meira vælútbúna býarsamfelagið í Kairo.
Hinvegin er tað kortini vónleyst at siga, hvussu leingi hetta stríðið fer at vara. Hann minnist aftur á jólaborðhaldið, tey høvdu fyri umleið einum mánaða síðani. Tá vóru tey øll samd um, at hetta mundi fara at hæsa av rættiliga skjótt, tí eingin væntaði, at málið fór at fáa eina slíka vend, sum tað hevur fingið hesa vikuna.
Men Tommy Petersen undirstrikar enn einaferð, at soleiðis sum hann upplivir støðuna í økinum kring Kairo, er hetta ein kreppa á einum meira formellum enn persónligum støði, tí fólk eru forvitin og vilja fegin práta um Danmark og donsk viðurskifti.









