Myndugleikarnar í burmesiska deilstatinum, Rakhine, har vesturi í landinum, vilja nú nokta muslimum at fáa sær meira enn tvey børn, meðan buddhistar kunnu fáa sær so nógv børn, sum teir hava hug til.
Umleið 40 prosent av íbúgvunum í Rakhine hoyra til muslimska fólkabólkin, rohingiar, sum myndugleikarnir í Burma síggja sum ólógligar innflytarar úr grannalandinum Bangladesh.
Í minsta lagi 200 rohingiar eru dripnir í harðligum samanbrestum við buddhistar hetta síðsta árið, og 125.000 av muslimska minnilutanum eru rikin frá húsi og heimi.
Fyrr í ár legði mannarættindafelagsskapurin, Human Rights Watch, myndugleikarnar í Rakhine undir at fremja etniska reinsing mótvegis muslimunum.










