Eftir drúgva avmarkan og stongsul av verksmiðjum vegna koronavirusið hevur Elon Musk fingið nóg mikið.
Tesla-stovnarin Elon Musk hóttir nú við at flyta framleiðsluna úr California.
Á sosiala miðlinum Twitter skriar Elon Musk, at leygardagin fer at flyta høvuðssætið úr California til statirnar Texas og Nevada.
– Um vit yvirhøvur fara at hava nakra framleiðslu í Fremont (býur í California, red.), verður tað treytað av, hvussu Tesla verður viðfarið í framtíðini, skrivar Elon Musk.
Einasta bilframleiðsla hjá Tesla er í Fremont í San Francisco.
Elon Musk skrivar eisini á Twitter, at hann hóttir við sakarmáli ímóti økinum Alemeda í California, eftir at heilsumyndugleikarnir hava bannað, at Tesla-verksmiðjan í Fremont letur uppaftur vegna koronavirusavmarkingarnar.
Myndugleikarnir í økinum søgdu í gjár, at teir saman við Tesla hava gjørt eina endurupplatingarætlan, sum tryggjar fleiri túsund arbeiðspláss.
Elon Musk hevur longu sagt starvfólki sínum, at ein avmarka bilframleiðsla fer í gongd aftur fríggjadagin.
Tesla framleiðir yvir 415.000 elbilar um árið á verksmiðjuni í Fremont.
/ritzau/Reuters
##med2##
Stovnarin av elbilaverksmiðjuni Tesla, Elon Musk. – Mynd: Win Mcname/Ritzau Scanpix












