Elon Musk heldur, at Starship-rakettin kann fara til Mars longu í 2026, og at fólk kanska longu kunnu vera við í ferðini frá 2029. - Mynd: Brandon Bell/Ritzau Scanpix

Musk fer at senda rakett upp á Mars næsta ár

Stovnarin av rúmdarfyritøkuni SpaceX, Elon Musk, fer at senda eina rakett til Mars næsta ár.

Elon Musk heldur, at Starship-rakettin kann fara til Mars longu í 2026, og at fólk kanska longu kunnu vera við í ferðini frá 2029. - Mynd: Brandon Bell/Ritzau Scanpix

Hetta skrivar hann í einum innleggi á X.

Tað er SpaceX-rakettskipið Starship, sum Musk fer at senda við Tesla-framleidda robottinum Optimus umborð.

- Um lendingarnar ganga væl, so kunnu lendingar við fólki gerast longu í 2029, hóast 2031 er meira realistiskt, skrivar Elon Musk á sosiala miðlinum X, sum hann eigur.

Starship er heimsins kraftmiklasta rúmdarrakett higartil, men hon er framvegis í menning og er enn ikki góðkend av rúmdarstovninum NASA.

Meðan ein ferð til Mánan kann gerast uppá tríggjar dagar, tekur tað umleið níggju mánaðir at koma til Mars.

 

/Ritzau/

 

Elon Musk heldur, at Starship-rakettin kann fara til Mars longu í 2026, og at fólk kanska longu kunnu vera við í ferðini frá 2029. - Mynd: Brandon Bell/Ritzau Scanpix