Hetta vikuskifti eru knapt 300 børn og ung í Vestmanna á musikkstevnu, sum blási- og slagverkslærarar í Føroya Musikkskúla skipa fyri. Tey sum eru við á musikkstevnuni eru børn og ung úr øllum musikkskúlum í landinum, sum í minsta lagi duga tað, sum svarar til fyrsta stig hjá Associated Board of Music.
Musikkskúlanæmingarnir eru býttir í tríggjar tónleikabólkar samsvarandi førleikastigi, og venja so í tónleikabólkunum alt vikuskifti.
Lagt var til brots longu fríggjakvøldið við pilates fyri at venja seg at anda rætt. Síðani var venjing í tónleikabólkunum. Fleiri venjingar eru leygar og sunnudagin, men stundir eru eisini til ymisk annað, so sum biograf, hugnaløtu og spøl.
Føroya fólk fær høvi at hoyra hesar tríggjar tónleikabólkarnar framføra sunnudagin. Musikkstevnukonsertin verður í høllini í Vestmanna sunnudagin 11. september klokkan 16:00, og kostnaðurin er 50 kr fyri vaksin og ókeypis fyri børn.