Musikkur og ferðavinna fáa 800.000 krónur á Eiði

Á Eiði fær musikkurin og mentanin góðar sømdir, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár, er løgd

 

- Ungdómur, menning og mentan!

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sigur, at hetta er tað, størsti denturin verður lagdur á, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er samtykt.

 

 Í hesum sambandi hevur bygdaráðið samtykt at seta 300.000 krónur av til ein leiðara fyri ungdómstiltøkum, trivnaðartiltøkum og ferðavinnu.

 

- Hann skal fyrst og fremst skipa fyri tiltøkum og skapa trivna í kommununi. Men  hann skal eisini skipa fyri tiltøkum í sambandi við ferðavinnuna, sigur borgarstjórin.

 

Kommunan setir eisini 500.000 krónur av til fyrsta byggistig av einum mentanarhúsi.

 

- Ætlanin er at byggja gomlu fimleikahøllina um til framførslur og tiltøk, við venjingarhølum, sum musikskúlin eisini fer at brúka.

 

- Musikskúlin, sum ikki hevur havt nóg góðar umstøður, fær við hesum virðilig hølir, og Eiðis kommuna fær sín egna  mentunarmiðdepil, sigur borgarstjórin.

 

 Annars heldur verkætlanini at gera fótbóltsvøll niðri í Hólma fram, og hálvonnur millión verður sett av til endamálið næsta ár.

 

Fyrr í ár vórðu útlitini fyri Eiði ikki so góð, men nýggjastu inntøkumetingarnar frá Taks, nú síggja munandi betur út.

 

Fíggjarætlanin er upp á 19,3 milliónir, men kommunan heldur fast um skattaprosentið, sum er 20,75 prosent.

 

Barnafrádrátturin er 7.500 krónur fyri hvørt barnið, sum í løtuni er tann triðhægst í landinum, sigur borgarstjórin.

Myndina tók Erik Christensen.