Musikkstevnan í Sørvági 2009

Stevnan verður hildin í Sørvági. Byrjað verður Dýrabiðidag 8.mai og hildið verður fram leygardagin 9.mai. Á stevnuni luttaka 14 orkestur, umframt eitt orkestur úr Skotlandi. Musikkstevnan byrjaði í 1966, og hevur hon verið hildin uttan slit síðani; hendan er sostatt nr. 44 í røðini, og sættu ferð hon verður hildin í Sørvági. Stevnan ferðast millum orkestrini, sum nú eru 8 í tali. Einki er at ivast í, at Musikkstevnan, og seinni saman við musikkskúlaskipanini, eiga heiðurin av, at lív enn er í orkestrunum.

Stevnudagurin 8.mai

Henda dagin sleppa børnini og tey ungu framat, og eisini Ælabogin. Tað størsta av hesum orkestrunum telur 80 limir. Konsert verður í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla, og byrjar hon kl.15:00. Orkestrini eru hesi og spæla í somu raðfylgju: Ælabogin; orkestur mannað úr Vágum, Suðuroy og Norðstreym; Blásitokið; Norðljómur; Havnar Ungdóms Hornorkestur; Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla og Royal Scottish Academy Brass. Kostnaðurin fyri konsertina er 50,00 kr.

Henda dagin verður eisini givin undirvísing (workshop) í horntónleiki, har m.a. eisini kendi Bryan Allen lærir frá sær í direktión. Bryan Allen er leiðari fyri brassdeildini á Royal Scottish Academy of Music and Drama.

Stevnudagurin 9.mai

Leygardagin framføra tey eldru orkestrini. Henda konsertin byrjar eisini kl.15:00.

Orkestrini eru hesi og spæla tey í somu raðfylgju: Sørvágs Tónleikarfelag; Tvøroyrar Hornorkestur; Eiðis Ljómfelag; Nes Sóknar Musikkfelag; Fuglafjarðar Hornorkestur; Havnar Hornorkestur; GHM; Klaksvíkar Hornorkestur og Royal Scottish Academy Brass. Kostnaðurin fyri konsertina er 50,00 kr.