Musikkstevna í gjár og í dag

Fríggjadagin – Dýra biðidag – og í dag er árliga musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestini í Føroyum.

Fríggjadagin – Dýra biðidag – og leygardagin er árliga musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestini í Føroyum.

 

Hetta er 48. árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnuni, og tað er hugaligt, at tað hevur eydnast ymsu orkestrunum runt landið at skipa eina tílíka stevnu í næstan hálva øld. Tann fyrsta stevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, tí hildið var, at tað var ein góður møguleiki hjá orkestrunum at mennast og har tey kundu framføra tónleik fyri hvør øðrum og fyri føroyingum sum heild.

 

Síðan 1966 er hent nógv. Musikkskúlar eru komnir runt landið og hetta hevur havt stóra positiva ávirkan á tónleikalívið sum heild, og ikki minst á horn- og harmoniorkestrini í Føroyum.

 

Nú um vikiskiftið er høvið at hoyra, hvat hesi orkestrini hava at bjóða uppá av bæði nýggjum og kendum tónleiki. Hesar dagar leggja orkestrini alla orku í at spæla fjøltáttaðan tónleik og vísa tað besta tey duga.

 

Stevnan er býtt soleiðis, at fríggjadagin var høvið at hoyra musikkskúla orkestrini og í dag verður høvi at hoyra tey meira royndu og tilkomnu orkestrini. Fríggjadagurin byrjaði klokkan 13.00 og dagurin í dag byrjaði klokkan 14.00.

 

Í ár er tað Eiðis Ljómfelag, sum skipar fyri stevnuni, og tey vóna at musikkstevnan verður væl vitja.