Musikkskúlin flytur út á Landavegin

Tórshavnar býráð hevur júst samtykt at flyta ætlaða musikkskúlan, sum skuldi byggjast í Sortudíki við Norðurlandahúsið, út á Landavegin.

Tórshavnar býráð hevur júst samtykt at flyta ætlaða musikkskúlan, sum skuldi byggjast í Sortudíki við Norðurlandahúsið, út á Landavegin.

 

Skúlin verður bygdur á økinum, sum honbóltsfelagið Neistin átti, og har ætlanin var at byggja eina stóra dupulta ítróttarhøll. Tann ætlanin er slept, og nú verður musikkskúli bygdur á hesum stykkinum, sum er planerað.

 

Kjakið um musikkskúlan vardi í ein heilan tíma. Jógvan Arge legði fram broytingaruppskot um at varðveita ætlanina um at byggja skúlan í Sortudíki, men tað uppskotið fall, tí bara tey trý tjóðveldisumboðini og Elin Lindenskov og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum tóku undir við tí. Tá tað uppskotið varð fallið, tóku allir 13 býráðslimirnir undir við at byggja nýggja musikkskúlan við Landavegin.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevndini sigur, at skúlin kann standa liðugur um hálvtannað ár. Men hesum ivast aðrir býráðslimir í, tí har skal broytast byggisamtykt, eins og skúlabygningurin nú skal lagast til økið har.