Ólavur Hátún
???????????
Við sáttmálasamráðingum í vár fingu musikkskúlalærararnir ljóð fyri sínum sjálvsøgdu ynskjum um lønarkor samsvarandi teimum, sum útbúnir musikklærarar hava aðrastaðni. Men fyri musikkskúlaskipanina gjørdist hetta ein Pyrrhus-sigur, tí hann kostaði skúlanum ikki færri enn fimm lærarastørv, og eini 200 musikkskúlanæmingar stóðu uttan lærara, av tí at eingin økt fíggjarjáttan til musikkskúlan fylgdi við nýggja sáttmálanum.
Tíbetur hava foreldur at verandi musikkskúlanæm-ingum og foreldur at teim mongu børnum, sum enn bert hava áralangt útlit í einari bíðirøð, gjørt álvars-ligan vørr um hesi vandaviðurskiftir, og nú málið verður reist í løgtinginum, er tað at vóna, at ein loysn er í eygsjón, so musikkskúlin ikki aftur verður fyri lemjandi skerjing, sum hann hevur verið tað fyrr.
Við Royndarmusikkskúlanum byrjandi á heysti 1981 fingu vit eina musikkundirvísing í lag, sum eftir fáum árum breiddi seg so skjótt út um at kalla alt landið, at tá lógarskipaðir musikkskúlar tóku við eftir summarfrí 1985, vóru ikki færri enn 24,5 full musikklærarastørv í skipanini.
Spurdur av landsstýrismanni um, hvussu nógvar lærarar ein fult útbygdur musikkskúli fór at krevja, kundi eg tá leysliga meta, at talan fór at verða um eini 50 - 60 fulltíðarstørv. Týdningarmikil partur av endamáli musikkskúlans er jú, at hann, so væl sum til ber, skal skapa fortreytir fyri einum virknum tónleikalívi úti um alt landið, og tað krevur umfatandi og fjølbroytt undirvísingartilboð. 50-60 musikklærarastørv mundi ljóða av nógvum; men eg kundi tá vísa á, at grannar okkara fyri vestan íslendingar, bert 5-6 ferðir fleiri enn vit í tali, høvdu heili 600 musikklærarar í fulltíðarstarvi.
Áhugin fyri nýggja musikkskúlatiltakinum var støðugt vaksandi, og so mikið varð strongt á eftir lærarum, at komið var upp á 44 full størv, tá ið fíggjarkreppan fór at taka seg upp. Natúrligt var tað, at musikkskúlin tá dvøldi á og eisini tók nøkur fet eftir hæli; men í einum landsstýrisskeiði fyrst í 90-árunum hendi tað vanlukkuliga, at musikkskúlin misti ta politisku vældvild, sum fram til tá hevði givið honum so góðan byr. Hann bleiv skerdur heilt niður til tey bert 25 lærarastørvini, sum hann restina av mínari musikkskúlatíð og ár eftir tað mátti liva við; tí um enn hugburðurin hjá ovastu politisku leiðsluni aftur vendi sær til tað positiva, so vóru í teimum árum ongar atstøður til at fáa kvinkað nøkur fíggjartøl uppeftir aftur.
Sum dømi um fylgjurnar av hesari viðferð kann t.d. nevnast, at Musikkskúlin i Vágum, sum eftir hesum fáu árum hevði skapt eitt Vága Ungdómsorkestur, ið ikki bert gjørdist fyrimyndarligt her í landinum, men eisini vann sær sóma á konsertferðum uttanlands, misti so nógv av sínum tímatali, at orkestrið følnaði niður til at vera lítið meira enn eitt eiti av tí, tað hevði fingið ment seg upp til. Nevnast kann eisini, at Musikkskúlin í Sandoynni, sum við tveimum fulltíðar musikklærarastørvum hevði eina bjarta framtíð fyri sær, misti flogið og mær vitandi ongantíð er komin rættiliga fyri seg aftur eftir døttin.
Eitt triðja dømi: Heitið Klaksvíkar Kamarorkestur var einaferð frammi, og við tí vøkstri, sum tá var, har tað eina tíð búðu bæði cello- og kontrabasslærari í norðurøki musikkskúlans, vóru góð útlit fyri einum kamarorkestri í samarbeiði millum Klaksvík og Eysturoynna. Men við tí skilaleysa veruleika, at musikkskúlaskipanin nú í meira enn 10 ár bert hevur kunnað hýst tí eina cellolæraranum, sum umframt sítt virki í høvuðsstaðnum eisini hevur verið noyddur at ferðast bæði til Vestmannar, inn í Eysturoynna og til Klaksvíkar, eru ongir møguleikar fyri slíkum orkesturvirksemi, sum strúkaraundirvísingin annars skuldi miðað ímóti.
Hesi dømi burtur úr fleiri verða her borin fram fyri at gera myndugleikum og politikarum greitt, at tað ikki bara snýr seg um livibreyðið hjá fimm musikklærarum og mistar møguleikar hjá 200 næmingum, men at musikkskúlin, hesin einaferð so vónríki vøkstur í okkara mentanarlívi, í veruleikanum bert hevur ligið í hálvum gekki í øll hesi nevndu mongu ár og tí í alt ov lítlan mun er sloppin at seta í verk tær hugsjónir og teir møguleikar, sum hann ber í sær, og sum hann var ætlaður til. Tað verður tí eitt harmilig afturstig fyri okkara tónleikalív, um hann nú aftur skal verða fyri skerjandi smeiti, nú hann endiliga er við at fáa føturnar fyri seg av nýggjum.










