Nú eru fyrireikingarnar og projekteringin av nýggja musikkskúlanum í Havn loksins lidnar, og farið verður fyrsta dagin undir at bjóða byggingina av musikkskúlanum út.
Orsøkin til at tað hevur tikið longri tíð enn ætlað er, at vit vildu tryggja, at ein nýggjur musikkskúli lýkur tey krøv, sum eiga at verða sett til ein framkomnan musikkskúla. Tessvegna var neyðugt at gera nakrar broytingar í upprunaligu tekningunum.
Tað merkir, at skúlin samanumtikið er eitt sindur størri nú enn upprunaliga ætlað. Serliga er tað samanspælshøllin, sum nú er framtíðartryggjað, eins og at hon er nóg stór til at kunna hýsa stórum framførslum og orkestrum, á stødd við eitt symfoniorkestur. Eg haldi at tað var gott, at vit góvu okkum stundir til at dagføra nýggja musikkskúlan. Tað kemur at gagna teimum 7-800 næmingum, sum hvørt ár hava sína dagligu gongd á musikkskúlanum, og ikki minst musikk og mentanarlívinum í Havn.
Staðsetingin á Landavegunum skamt frá nýggja skúlanum á Fløtum, Glasir og skúlanum á Argjahamri fer at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi. Og bussleiðin tryggjar øllum ungdómi í Havn góðar atkomumøguleikar til skúlan.
Býráðið hevur seinastu árini sett av játtan av til hesa íløgu, og er stórur partur av fígging tessvegna tøk til verkætlanina, eins og at musikkskúlin er partur av langtíðaríløguætlan býráðsins.
Ein nýggjur musikkskúli er ein íløga, sum leingi hevur haft høga raðfesting í Tórshavnar Kommunu. Og tað er við stórum spenningi at vit bíða eftir at kunna fara í gongd við hesa týðandi verkætlan.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs