Konsertir verða í hesum sambandi leygardagin 17. og sunnudagin 18. apríl í Norðurlandahúsinum.
Leygardagin spæla bólkar, ið hava vant eina skrá heimanífrá, og sunnudagin verður tað framført, ið orkestur og bólkar hava vant á stevnuni.
Trýhundrað næmingar verða á stevnuni.
Venjingar verða í Eysturskúlanum og konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum.
Á verkskeiðunum um vikuskiftið verða tvey stór blásaraorkestur, strúkaraorkestur, Big Band, slagverksbólkur, rútmiskir bólkar, guittarbólur og Suzuki bólkar.
Leygardagin framføra tey smæstu úr spælistovuni í Havn og Norðstreymoy nakrar dansir, og ungdóms hornorkestur úr Klaksvík, ið júst tá er afturkomið av Danmarkarferð spælir, eins og ungdómsorkestur úr Vágum og úr Havn verða við.
Tað er ókeypis atgongd til konsertirnar leygardagin kl. 15 og sunnudagin kl. 15.30.
Venjarar eru lærarar í føroysku musikkskúlaskipanini - og fyriskipari er Føroya Musikkskúli.