Um vikuskiftið hittust 400 ungir tónleikarar úr øllum landinum í Havn.
Árliga musikkskúlastevnan var á skránni. Fríggjadagin og leygardagin fóru venjingar fram í Eysturskúlanum og á kvøldi vóru konsertir í Norðurlandahúsnum. 110 av luttakarunum gistu á Eysturskúlanum.
Sunnumorgunin var aðalroynd og sunnudagin konsert í Norðurlandahúsinum.
Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri, sigur, at orsakað av nógvu luttakarunum, so sluppu ikki øll inn at lurta, ið høvdu ætlað sær, og bíðirøðin stóð út á vegin. Fyrsta orkestrið taldi 170 børn, tað næsta 90 og so framvegis.
Martin Mouritsen sigur, at tiltakið kann nú ikki verða størri. Ein møguleiki er at býta sundur, men upprunahugskotið við tiltakinum er, at børnini koma saman og hoyra onnur ljóðføri, enn síni egnu.
Hóast mongu luttakararnar, so gekk stevnan væl, men Martin Mouritsen heldur, at miðast má ímóti at fáa foreldur meira virkin, nú tiltakið er vorðið so stórt. Hann leggur tó dent á, at alt gekk væl og friðarliga fyri seg.
Serliga fegnast hann um, at konsertirnar ljómaðu framúr væl. Eisini, um sammett verður við undanfarin ár. Luttakararnir tyktust vera í góðari venjing og framgongd er at hóma.









