Umsóknarfreistin at søkja um upptøku á Musikkskúla Miðnám á Tórshavnar Musikkskúla er 15. mars 2009.
Musikkskúla Miðnám er ein 3-ára fyrireikandi undirvísing til hægri lesnað innan tónleik. Fyri at koma inn á útbúgvingina, skal umsøkjari til upptøkuroynd, og bert tey, ið vísa serstøk evni innan tónleik, verða tikin inn.
Musikkskúla Miðnám er á Tórshavnar Musikkskúla. Øll kunnu søkja um upptøku. Tað er ikki neyðugt at vera næmingur á Musikkskúlanum frammanundan, og er hetta eitt tilboð til tónleikarar úr øllum Føroyum.
Tvær breytir eru, ein rútmisk og ein klassisk. Á Musikkskúla Miðnámi verður undirvíst í flestu vanligu ljóðførum, tónasmíði og sangi. Upptøka er treytað av, at skikkaður lærari er til lærugreinina.
Upptøkuroyndirnar eru í mai mánaða. Royndin er skipað soleiðis, at umsøkjari framførir á egnum ljóðføri, umframt vegleiðandi roynd í teori/hoyrulæru og klaveri. Fyri rútmiskar umsøkjarar er eisini improvisatión og samanspæl.
Næmingar á Musikkskúla Miðnám skulu møta eini 10 tímar um vikuna til undirvísing, umframt venjing heima við hús. Atlit verða tikin til einstaka næmingin, so skúlagongd ella arbeiði sampakkar við lesnaðin á Musikkskúlanum.
Útbúgvingin kostar kr. 2.000,- um árið. Eingin útbúgvingarstuðul er til útbúgvingina.
Meira fæst at vita um útbúgvingina við at fara inn á heimasíðu Tórshavnar Muskkskúla: www.tm.fo/midnam Eisini ber til at venda sær til samskipararnar á Musikkskúla Miðnámi umvegis heimasíðuna. Umsøkjarar skulu útfylla umsóknarblað, ið fæst á heimasíðu skúlans.
Kunnandi fundur um útbúgvingina verður á Musikkskúlanum á Frúutrøð hóskvøldið 12. mars kl. 19.00
Tórshavnar Musikkskúli