Musikklærarafelag Føroya fyllir 30 ár í 2016. Felagið var stovnað í 1986 við tí endamáli at røkja lønarligu og starvsligu áhugamálini hjá føroyskum musikklærarum.
Nú felagið nærkast sínum 30 ára degi, útskrivar felagið kapping um nýtt búmerki.
- Ynskiligt er at fáa eitt búmerki, ið hevur tilknýti til tónleikaundirvísing og kann nýtast á eitt nú brævpappíri, heimasíðum, marknaðarføringstilfari, skrivar felagið.
Teir hava góða tíð, føðingardagurin er ikki fyrr enn í 2016, og tí er freistin at lata innn uppskot ikki fyrr enn 1. juni 2015.
Tað er ein uttanveltað dómsnevnd, ið skal døma um uppskotini. Eingin musikklærari er í nevndini, men í dómsnevndini sita Gunnar Hoydal, arkitektur, Kári Svenson, listamálari og Rói Winthereig, grafikari.
Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn áljóðandi 15.000 krónur.










