Musikklærarar mótmæla uttanfyri Løgtingið

Í løtuni mótmæla musikklærararnir uttanfyri Føroya Løgting, fyri at vísa sína misnøgd við umstøðurnar hjá lærarum, ið undirvísa á bygd Musikklærarar eru sera misnøgdir við viðferðina, lærarar ið ferðast millum fleiri skúlar, hava fingið. Í meir enn 10 ár hava musikklærarar, ið undirvísa á fleiri skúlum, fingið tímapengar fyri tíðina, teir eru burtur í arbeiðsørindum. Hetta er ikki ein heilt týdningarleys upphædd fyri einstaka læraran. Í meðal einar 8000 skattafríar krónur um árið. Samlaða játtanin til hetta endamál er á leið 200.000 krónur um árið.

Men henda játtan er ikki til longur.

Musikklærarafelag Føroya hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at um munandi bati ikki verður gjørdur hvat hesum viðvíkur, verður gongdin tann, at musikklærarar flyta alt sítt yrki til Havnar tá ið høvið býðst. Hetta hevur verið týðiliga gongdin seinastu fimm árini.

- Við hesum eru landsins myndugleikar við til at máa støðið undan høvuðstankanum við Musikkskúlalógini, nevnilga at allir føroyingar skulu fáa møguleika til tónleikafrálæru á høgum støði, sigur Musiklærarafelagið á heimasíðu sínari.