Musikkandaktin er eitt nýtt tiltak, sum varir umleið ein hálvan tíma, har meginparturin er tónleikur, men har ein lítil andakt við lestri úr Halgubók eisini verður hildin.
Komandi mánakvøld verður tað sangbólkurin ”Kata”, sum stendur fyri tónleikaliga partinum. Við í bólkinum eru sagnarinnurnar eru Katrina Petersen, Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen og Anna Maria Olsen. Allar eru tær virknar sum solistar í ymsum høpi, og tær hava nógvar royndir innan kórverðina. Á musikkandaktini mánakvøldi fara tær at syngja bulgarskan tónleik. Orsøkin til, at tær hava valt at syngja bulgarskar sangir, er, at harmoniirnir, klangurin, rytmurnar og søgurnar skapa eitt heilt serligt og spennandi ljóðunivers. Hetta ger sangin til eitt øðrvísi upplivilsi enn tann vanliga føroyska kórsangin
Musikkandaktin verður mánakvøldið 19. januar frá klokkan 20.30 til 21. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.