Musikkandakt í Glyvra kirkju

Mánakvøldið fer Meinhard Bjartalíð at hava andakt í Glyvra kirkju, sum hann kallar musikkandakt. Umframt eitt gudsorð, verður sálmasangur, tónleikur og kvirra á skránni


Á musikkandaktini í kirkjuni á Glyvrum klokkan 20.30 mánakvøldið, fara tær 5, Fríðhild, Maria, Morid, Bodil og Katja at framføra tónleik á tvørfloytu.
               Meinhard Bjartalíð, prestur, sigur, at ætlanin er, at henda løtan í kirkjuni skal vera sum ein oasa hjá fólki mitt í gerandisdegnum.
Prestur leggur dent á, at skapa ein friðardám í kirkjuni, og at tónleikurin er á einum høgum støði soleiðis, at fólk bæði verða styrkt og fáa eina tónleikaliga uppliving.
               Umframt sálmasang og eitt gudsorð, fara vit eisini at hoyra tónleik frá hesum ungu kvinnum, sum spæla serstakliga væl. Eisini verður ein løta, sum prestur kallar kvirra. Í 2 minuttir verður tøgn, og fólk kunnu nýta kvirruna til djúphugsan ella bøn.
               Genturnar eru allar úr runavíkarøkinum, uttan tónleikalærari teirra, Katja Volovelskaja, sum er russisk.
               Tær fýra eru vanar at spæla saman og hava verið við til fleiri framførslur her heima. Eisini hava tær verið við í tónleikakappingum hjá Berlingske Tidende, og hava har megnað at vunnið sær heiðurspláss fleiri ár á rað.
Hetta er fyrsta andaktin sínum slagi í hesum árinum. Tað verða hildnar 4-5 slíkar musikkandaktir um árið.