Mushmellows megnaði við sínum øðrvísi stíli ikki at draga teir nógvu áhoyrararnar til, men framførslan var fín. Forsangarinnan Maiken hevur eina ópoleraða rødd, sum riggar væl til stílin hjá bólkinum.
Í bólkinum Mushmellows eru fýra limir. Forsangarinnan Maiken hevur eina lága og eitt sindur hása rødd, sum riggar væl til stílin hjá teimum. Hon spældi eisini gittara. Tað er ikki hvønn dag, at tú sært eina kvinnu spæla elektriskan gittara í einum alternativum rokkbólki.
Stílurin er rættiliga øðrvísi. Her er als ikki talan um eina fitta kvinnu, sum syngur friðarligar melodiøsar sangir. Løgini er rá og ópolerað, og tað er røddin hjá henni eisini. Onkuntíð rakti hon tónan ein hálvan undir, tá ið hon skuldi syngja høgt, men tað riggaði fínt til stílin.
Serliga stuttligt var tað at hoyra tey spæla I just can´t get you out of my head hjá Kylie Minoque. Tey høvdu sjálvandi broytt tekstin eitt sindur, og hann varð framførdur uppá ein melankolskan máta. Kul!
Tónleikararnir eru sera góðir. Bassurin var fundamentalur í framførsluni. Sum heild var tað ein fín avslappað framførsla.