Musharraf skal handtakast

Ein dómstólur í Pakistan hevur gjørt av, at fyrrverandi forsetin Pervez Musharaf, skal handtakast í sambandi við tilburðin, tá andstøðuleiðarin Benazir Bhutto bleiv myrd tvær vikur undan valinum í desember í 2007.

Í úrskurðinum sigur dómstólurin, at Musharraf skal møta hjá løgregluni í seinasta lagi tann 19. februar.

Tað er ikki greitt, hvat stendur í ákæruritinum ímóti Musharaf, men aftan á morðið funnust fleiri at honum, tí hann legði so lítla orku í at finna teir seku, skrivar Times of India.

Ein ST-frágreiðing, sum kom í fjør, sigur, at Musharaf visti, at fleiri høvdu hótt við at beina fyri Bhutto, men at forsetin gjørdi lítið burtur úr hóttanunum.

Musharaf, sum er í Bretlandi, hevur fyrr sýtt fyri at taka lut í einari óheftari kanning av Bhutto-morðinum.