Musharraf dømdur til deyðis

Pervez Musharraf, fyrrverandi hernaðarleiðarin í Pakistan, varð í dag dømdur til deyðis fyri landasvik av einum pakistanskum dómstóli.

Tað er kortini ivasamt, um dómurin verður til veruleika, tí Pakistan loyvdi í 2016 Musharraf at sleppa úr Pakistan, og hann býr í løtuni í Dubai.

Musharraf framdi í 1999 hernaðarkvett í Pakistan, og hann stjórnaði síðani landinum frá frá 2001 til 2008.

Í 2007 setti Musharraf pakistansku grundlógina til síðis og setti landið í undantaksstøðu. Hetta førdi við sær mótmæli í Pakistan, og endin varð, at Musharraf legði frá sær fyri at sleppa sær undan at verða førdur fyri ríkisrætt.

Tá Nawaz Sharif varð valdur forsætisráðharri í 2013, fór hann undir at fyrireika rættarmál móti Musharraf fyri landasvik, og í 2014 vóru ákærur reistar.

Musharraf hevur allatíð viljað verið við, at ákærurnar eru politiskt motiveraðar, og hann hevur eisini noktað at møta upp í rættinum í Islamabad.

Pakistanski herurin hevur ikki tikið væl ímóti dóminum og vil vera við, at løgfrøðiligar mannagongdir hava verið settar til síðis undir rættarmálinum.

Pervez Musharraf var generalur í pakistanska herinum, tá hann tók valdið í landinum í 19999.