Umboðsmaðurin hjá Muse, Anthony Addis, sigur við billboard, at Muse nú er í upptøkuhølunum, og at teirra sætta fløga kemur á marknaðin í oktobur 2012.
-Teir eru nú farnir í upptøkuhølini. Ætlanin er at gera alt í London, og vónandi kemur fløgan út í oktobur í næsta ár. Teir hava longu skrivað eina rúgvu av sangum, men ein veit ikki hvussu løgini enda. Teir skriva altíð. Teir skriva, meðan teir eru á rundferð, eftir eina konsert, ja í veruleikanum altíð, sigur umboðsmaðurin.
Muse fjepparar kunnu tí gleða seg til næsta heyst, tá ið bólkurin helst kemur við enn einari fløgu. Seinasta fløgan hjá bólkinum, The Resistance, gjørdist eitt heimshitt, so spennandi verður at síggja hvussu nýggja fløgan verður móttikin.
Muse hevur altíð verið kendur sum ein góður live bólkur, og tølini hjá Billboard vísa eisini, at bólkurin í 2009 seldi 561.304 atgongumerki til 45 konsertir, harav 21 vóru útseldar.
Sambært umboðsmanninum er tað ikki tilvildarligt, at bólkurin er so góður live.
Hann sigur, at fjeppararnir altíð kunnu vænta tað besta frá bólkinum, tá ið tey koma til konsertir, tí bólkurin hevur arbeitt nógv við at fáa konsertirnar so góðar sum gjørligt, og tað ætlar bólkurin at halda fram við.
Hetta veit gaffa.dk í dag.